Fyri at mynstra umborð á skipi, skalt tú hava eina gildiga heilsuváttan frá einum góðkendum sjóvinnulækna. Hjá okkum er góðkendur lækni.
Tá tú kemur til viðtalu skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali, og læknin ger eina heilsukanning, har hann m.a. kannar blóðtrýstið, sjónina og landið.
Tá tú kemur til viðtalu, skal tú hava hetta við:
Brillur (um tú brúkar brillur)
Linsur og linsuvatn (um tú brúkar linsur)
Eina landroynd
Heilsuváttan kostar 800 kr